07.04.2011 · Heilsumálaráðið

Mál- og avrikssáttmálin við Landssjúkrahúsið undirskrivaður

Mál- og avrikssáttmálin við Landssjúkrahúsið undirskrivaður

Í dag skrivaðu Sigurð Ó. Vang og Poul Geert Hansen undir mál- og avrikssáttmála millum Landssjúkrahúsið og Heilsumálaráðið. Sáttmálin fevnir ikki um afturvendandi virksemi, men er dentur lagdur á tey mál, Landssjúkrahúsið og Heilsumálaráðið hava sett sær fyri at fremja í 2011, og sum serliga stuðla undir visjónina og framtíðar menningina av Landssjúkrahúsinum.

Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært kunngerð nr. 22 frá 2007 um roknskaparverk landsins (Roknskaparkunngerðini) frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.

Eitt sindur úr sáttmálanum
Sum aðalmál vil Landssjúkrahúsið veita eina góða heilsutænastu á høgum fakligum støði, umframt at menna og útbúgva síni starvsfólk og stuðla undir gransking.

Landssjúkrahúsið ynskir, at sjúklingurin er í miðdeplinum, at starvsfólkini eru errin av at arbeiða á sjúkrahúsinum, og at samfelagið fær ágóðan av virkseminum á sjúkrahúsinum.

Landssjúkrahúsið hevur sett sær verkevni og mál, sum skulu fremjast í 2011 við støði í fylgjandi 5 strategisku fokusøkjunum:

dygdin í sjúklingagongdini skal verða betri
starvsfólkini skulu vera væl útbúgvin og trívast
samskiftið skal vera eitt virkið amboð
KT skal stuðla øllum arbeiði og mannagongdum
alt tilfeingið skal brúkast munagott
Sí sáttmálan her