Fríggjadagin 1. apríl skrivaðu Jan Danielsen og Poul Geert Hansen undir mál- og avrikssáttmála millum Heilsutrygd og Heilsumálaráðið. Sáttmálin lýsir endamálið við Heilsutrygd, kjarnuuppgávur og mál og avrik fyri 2011.
Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært kunngerð nr. 22 frá 2007 um roknskaparverk landsins (Roknskaparkunngerðini) frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið, og er hetta tann fyrst sáttmálin millum Heilsutrygd og Heilsumálaráðið.
Eitt sindur úr sáttmálanum
Heilsutrygd er ein almenn heilsutrygdarskipan, sum skal tryggja øllum borgarum eina samhaldsfasta almenna heilsutrygd, har allir borgarar verða javnsettir viðvíkjandi inngjaldi og tænastum.
Heilsutrygd vil veita landsmyndugleikum, stovnum og øðrum fakfólkum ráðgeving og viðkomandi upplýsingar - tó uttan at fara útum lógarinnar heimildir við viðkvæmum upplýsingum.
Fyri at røkka visiónini, skal Heilsutrygd:
- vera ein tænastusinnaður stovnur
- menna skipanir til skrásetingar og hagtøl
- menna samstarvið við aðrar myndugleikar og stovnar
- vera ein brúkaravinarligur stovnur
- vera eitt gott og stimbrandi familjuvinarligt arbeiðspláss, har starvsfólk trívast
- hava starvsfólk á høgum fakligum ástøði, umframt at skipa fyri støðugari førleikamenning
Sí sáttmálan her