25.05.2011 · Heilsumálaráðið

Mál- og avrikssáttmáli við Fólkaheilsuráðið undirskrivaður

Mál- og avrikssáttmáli við Fólkaheilsuráðið undirskrivaður

Í dag skrivaðu Pál Weihe og Poul Geert Hansen undir mál- og avrikssáttmála millum Fólkaheilsuráðið og Heilsumálaráðið.Sáttmálin lýsir uppgávurnar, arbeiðsøkið og virksemið í 2011hjá Fólkaheilsuráðnum. Serligt innsatsøki í 2011 er kostur í samband við at landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur lýst 2011 at vera kostár.

Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært kunngerð nr. 22 frá 2007 um roknskaparverk landsins (Roknskaparkunngerðini) frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.

Mál- og avrikssáttmálin kann lesast her Mál og avrik 2011