Heilsumálaráðið hevur skrivað undir mál- og avrikssáttmála við Suðuroyar sjúkrahús fyri 2014. Sáttmálin lýsir uppgávurnar, arbeiðsøkið og virksemið hjá Suðuroyar sjúkrahúsið í 2014.
Suðuroyar sjúkrahús hevur millum annað sett sær sum mál í 2014, at fara undir tilgongdina til eina akkreditering av sjúkrahúsinum, og at menna samstarvi millum sjúkrahúsini og við primær-sektorin.
Sí mál- og avrikssáttmálan her.