23.05.2012 · Heilsumálaráðið

Mál- og avrikssáttmáli 2012 við Klaksvíkar sjúkrahús

Í gjár skrivaðu Heri Ellingsgaard og Poul Geert Hansen undir mál- og avrikssáttmálan millum Klaksvíkar sjúkrahús og Heilsumálaráðið. Sáttmálin lýsir uppgávurnar, arbeiðsøkið og virksemið í 2012 hjá Klaksvíkar sjúkrahúsið.

Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært kunngerð nr. 22 frá 2007 um roknskaparverk landsins (Roknskaparkunngerðini) frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.


Mál og avrikssáttmáli 2012 Klaksvíkar Sjúkrahús