02.05.2012 · Heilsumálaráðið

Mál- og avrikssáttmáli 2012 við Blákrossheimið

Í dag skrivaðu Olga Magnussen og Poul Geert Hansen undir mál- og avrikssáttmálan millum Blákrossheimið og Heilsumálaráðið. Sáttmálin lýsir uppgávurnar, arbeiðsøkið og virksemið í 2012 hjá Blákrossheiminum.

Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært kunngerð nr. 22 frá 2007 um roknskaparverk landsins (Roknskaparkunngerðini) frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.

Sí sáttmálan her: Mál og avrikssáttmáli við Blákrossheimið (167 KB)