Hava leiðsla og fyrisiting tín áhuga, og leitar tú eftir spennandi avbjóðingum, so er starvið sum stjóri fyri Heilsutrygd ein áhugaverdur møguleiki.
Stjórin fyri Heilsutrygd fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av stovninum.
Stjórin fyri Heilsutrygd hevur evstu ábyrgdina mótvegis Heilsu- og innlendismálaráðnum í fyrisitingar-, fíggjar- og starvsfólkamálum.
Ein týðandi uppgáva verður framhaldandi at menna eina talgilda og nýmótans umsiting innan økið, og at vera við í arbeiðinum at verkseta ætlanirnar og nýskipanir á økinum í samráð við stjórnarráðið.
Sí lýsingina her
Freist at søkja er tann 17. februar 2016, klokkan 12.00.