Heilsutrygd hevur lýst tvey kommunulæknastørv í nýggja læknadøminum leys at søkja. Størvini verða sett 1. januar 2015 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.
Nýggja Skálafjarðar læknadømi fevnir um trý kommunulæknastørv. Umleið 5.800 borgarar eru í læknadøminum. Frá ársbyrjan 2015 verða heilsutænasturnar miðsavnaðar í Heilsumiðstøðini í Runavík. Tó verður viðtala opin á Strondum tveir dagar um vikuna.
Tað var tann 12. mai í ár, at borgarstjórarnir í Runavíkar, Nes, og Sjóvar kommunu og landsstýrismaðurin skrivaðu undir slóðbrótandi samstarvsavtalu at skipa kommunurnar í eitt heilsuøki við einum heilsudepli.
Endamálið við avtaluni er at tryggja borgarum í teimum trimum kommununum góðar og tryggar heilsutænastur í nærumhvørvinum. Í fleiri ár hevur tænastan ikki verið nøktandi og eitt nú hevur verið trupult at fáa kommunulæknar í fast starv í økinum. Tað hevur elvt til ørkymlan og ótryggleika millum fólk.
- Eg fegnist um, at vit við hesum slóðbrótandi samstarvi á Skálafjørðinum hava tikið eitt týðandi fet at røkka málunum í Heilsunýskipanini. Júst hetta at skipa Føroyar í stór og sterk heilsuøki við heilsudeplum er sjálvur bulurin í Heilsunýskipanini, segði Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum millum annað í røðu sínari, tá samstarvsavtalan varð undirskrivað.