Eitt av málum landsstýrisins hesa tingsetuna er at leggja uppskot til løgtingslóg um Etiskt ráð fyri Løgtingið.
Í frágreiðing løgmans á Ólavsøku 2013 segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, m.a., at “Landsstýrið fer at seta á stovn eitt etiskt ráð at ráðgeva Løgtinginum og heilsumyndugleikum í etiskum spurningum [...] Lógaruppskotið verður lagt fyri tingið í hesi tingsetu.”
Hendan ætlan er í eisini tráð við ynski frá eini samdari Løgtingsins Trivnaðarnevnd, sum í vár mælti landsstýrismanninum við heilsumálum til at seta á stovn eitt etiskt ráð í Føroyum, sum kann vera við til at varpa ljós á ílegugransking í Føroyum.
Endamálið við lógaruppskotinum er at seta á stovan eitt óheft etiskt ráð, rópt Etiska ráðið, sum skal ráðgeva Løgtinginum og myndugleikum í etiskum spurningum. Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar á heilsu-, náttúru- og umhvørvisøkinum.
Uppskotið til løgtingslóg um Etiskt ráð er í dag sent til hoyringar og hoyringsfreistin er fríggjadagin tann 31. januar 2014.
Sí uppskotið her