Av tí, at solariumnýtsla kann verða krabbameinselvandi, hevur heimsheilsustovnurin, WHO m.a. mælt til at lóggeva á økinum. Hetta er eisini í samsvari við tilmælið í krabbameinsætlanini, har mælt verður til at banna solarium fyri ung yngri enn 18 ár.
Við støði í hesum, verður arbeitt við at seta lóg í gildi, sum ásetur 18 ára aldursmark, fyri at nýta solarium. Lógaruppskotið fór til hoyringar í 30. september 2013. Sí uppskotið her.
Hoyringsfreistin er 23. oktober 2013.