Nýggja lógin um sálarfrøðingar er týðandi fyri dygdina og trygdina innan sálarfrøðiliga yrkið í Føroyum. Við lógini verður millum annað staðfest, hvør hevur rætt at rópa seg sálarfrøðing, og hvørjar treytir eru fyri at fáa løggilding.
Sambært lógini kunnu bert tey, ið hava lokið útbúgving í sálarfrøði á fróðskaparsetri ella øðrum hægri lærustovni, brúka heitið sálarfrøðingur ella psykologur. Heitið sálarfrøðingur verður við lógini eitt vart heiti.
Hevur tú staðið royndina sum kandidatur í sálarfrøði, í sálarfrøðiligari námsfrøði ella líknandi, hevur tú møguleika at fáa løggilding. Fyri at fáa løggilding skal sálarfrøðingur tó taka eina tvey-ára praktiska útbúgving aftrat. Tað er danska Psykolognævnet, sum hevur løggilding av sálarfrøðingum um hendi.
Danska Psykolognævnet tekur avgerð um, hvør uppfyllir treytirnar at kalla seg løggildan sálarfrøðing í Føroyum, og fráboðar avgerðina til sálarfrøðingin. Nevndin hevur harumframt eftirlit við løggildum sálarfrøðingum í Føroyum, bæði innanfyri og uttanfyri heilsuverkið.
Eitt nú kann Psykolognævnet leggja mál fyri serliga aganevnd - Sundhedsvæsenets Disciplinærnævn - ið kunnu føra til átalu ella aðra revsing mótvegis løggildum sálarfrøðingum. Um ein persónur ynskir at kæra ein sálafrøðing, ið starvast innan heilsuverkið, er møguligt við heimild í nýggju lógini at senda kæru til aganevndina.
Skipanin við eftirliti og kærumøguleika, tá viðgerðin ikki er nøktandi, merkir, at borgarin við hesari lóg er betur tryggjaður í sambandi við sálarfrøðiliga viðgerð.
Lógin um sálarfrøðingar kom í gildi 12. oktober 2014.