Heilsumálaráðið hevur í eina tíð verið í samskifti við danskar myndugleikar um at seta “lov om psykologer” í gildi fyri Føroyar. Lógin ásetur neyvar reglur um autorisatión av sálarfrøðingum.
Kongliga fyriskipanin um at seta «lov om autorisation af sundhedspersoner og sundhedsfaglig virksomhed» í gildi í Føroyum er nú samtykt í Løgtinginum. Autorisatión av sálarfrøðingum er tó ikki fevnd av autorisatiónslógini. Í staðin er ein sjálvstøðug lóg galdandi á økinum: «lov om psykologer m.v.».
Arbeiðið við tilevnan av kongligari fyriskipan um at seta «lov om psykologer» í gildi í Føroyum er nú liðugt, og kongliga fyriskipanin er send til hoyringar, sí uppskotið niðanfyri.
Um tit hava viðmerkingar til kongligu fyriskipanini, kunnu tit senda hesar til Heilsumálaráðið í seinasta lagi tann 3. februar 2014.
Udkast til anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om psykologer m.v.