Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið at hækka aldursmarkið fyri ókeypis barna- og ungdómstannrøkt upp í 18 ár. Fyrsta viðgerð verður mikudagin.
Tannheilsan hjá føroyingum er sum heild batnað munandi seinnu árini, men enn eru rúm fyri bata Tannlæknafelagið hevur í fleiri frágreiðingum víst á, at 16 ára gomul við góðum tonnum gevast við skipaðari tannrøkt, tá tey detta út úr ungdómstannrøktini. Tey koma ofta ikki afturíaftur fyrr enn um 20 ára aldur, mangan við tørvi á kostnaðarmiklari viðgerð. Hetta kundi verið fyribyrgt við skipaðari tannrøkt upp í 18 ár.
Sambært galdandi lóg um barna- og ungdómstannrøkt, hava øll børn og ung yngri enn 16 ár, rætt til ókeypis fyribyrgjandi tannrøkt og viðgerð í kommununi, har tey búgva. Tá persónar fylla 16 ár, eru tey ikki longur fevnd av tilboðnum um ókeypis tannrøkt, men hava rætt til eitt ávíst ískoyti frá Heilsutrygd, tá tey fara til tannlækna.
- Í sambandi við arbeiðið við heilsunýskipanini løgdu bæði Føroya Tannlæknafelag og Tannrøktarafelagið dent á týdningin av fyribyrgjandi átøkum fyri støðugt at betra um tannheilsuna. Tí boðaði eg longu, tá frágreiðingin um Heilsunýskipan varð til aðalorðaskiftis, frá, at eg ætlaði mær at víðka aldursmarkið í barna- og ungdómstannrøktini. Tað verður nú gjørt soleiðis, at tilboðið um ókeypis tannrøkt frameftir eisini kemur at fevna um aldursbólkarnar 16 og 17 ár, sigur Karsten Hansen í viðmerking.
Sambært lógaruppskotinum, sum fær fyrstu viðgerð í Løgtinginum mikudagin, verður aldursmarkið hækkað úr 16 í 18 ár tann 1. januar í 2015.