12.01.2015 · Heilsumálaráðið

Løgfrøðingur til Heilsumálaráðið

Heilsumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til setan 1. mars 2015 ella skjótast gjørligt.

Sum fulltrúi í Heilsumálaráðnum verða uppgávur tínar m.a. at tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir á málsøkinum hjá Heilsumálaráðnum, ið fevnir um bæði heilsumál og familju- og arvarætt, at svara fyrispurningum úr Løgtinginum og at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Heilsumálaráðnum.

Freistin at søkja er 26. januar 2015 klokkan 12.

Les nærri við at trýsta her.