
Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir einum løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt. Talan er um eitt avloysarastarv fyri løgfrøðing í farloyvi til 30. november 2018.
Heilsu- og innlendismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi, og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til.
Í hesum starvi kemur tú serliga at arbeiða við uppgávum innan heilsuøkið, men talan kann eisini verða um uppgávur innan onnur øki.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. desember 2017, kl. 12:00.
Sí lýsingina her