05.04.2017 · Heilsumálaráðið

Løgfrøðingur til Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til setan 1. juni 2017 ella skjótast gjørligt.

Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunngerðarsmíð, málsviðgerð, gera hoyringssvar, umframt at umboða stjórnarráðið í arbeiðsbólkum og samstarvsfora.

Talan er um eitt fast starv. Arbeiðsøkið fevnir serliga um familjurættarlig mál og heilsumál.

Lýsingin sæst her

Umsóknarfreist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. apríl 2017,  kl. 12:00.