Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur valt nýggjar limir í Vísindasiðsemisnevndina:
• Mai-Britt Skoradal, sjúkrarøktarfrøðingur
• Dánjal Petur Højgaard, lívfrøðingur
• Katrin Danielsen, lækni
• Gunnhild Ísfelt, lækni
• Kári Mortensen, lívevnafrøðingur
• Inga Poulsen Dam, gudfrøðingur
• Fróði Joensen, lækni
Mai-Britt, Dánjal Petur og Katrin eru vald í nevndina fyri 4 ár. Hini eru vald fyri eitt tvey ára skeið.
Sum varalimir eru Asta Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur og Jógvan Zachariassen, gudfrøðingur, vald fyri 4 ár. Jan Jespersen, lækni er valdur fyri eitt tvey ára skeið.
Nevndin skipar seg sjálv.
Uppgávan hjá Vísindasiðsemisnevndini er millum annað at meta um og geva loyvi at seta biomedisinskar granskingarverkætlanir í verk í Føroyum.