![Landsstýrismaðurin takkar fyri tilmælið um Heilsugranskingareindina](https://landsstyri.cdn.fo/savn/16750/heilsugranskingareindin2.jpg?width=1024&height=576&rxy=0.49666666666666665,0.39746835443037976&rmode=crop&t=32557050&s=-XcTb0v4ut_doIucGVY4No3h4yo)
Í sambandi við, at tilmælið um Heilsugranskingareind varð latið landsstýrismanninum í mai í ár, ynskti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum ein fund við arbeiðsbólkin, at umrøða innihaldið í tilmælinum
Arbeiðsbólkurin mælir til, at Heilsugranskingin verður skipað í einari Heilsugranskingareind undir Sjúkrahúsverkinum. Í granskingareindini skal vera pláss fyri 25 granskarum.
Um øll heilsugranskingin verður skipað á einum stað, ber til at fáa eitt granskingarumhvørvi, har granskarar hava møguleika fyri at deila vitan og royndir, og á tann hátt fáa sínámillum samstarv og samvirkan. Á henda hátt, ber til at lyfta heilsugranskingina í Føroyum upp á eitt hægri støði, enn hon er í dag.
Landsstýrismaðurin setti undan jólum ein arbeiðsbólk at koma við tilmæli um, hvussu heilsugranskingin eigur at skipast framyvir. Í arbeiðsbólkinum hava sitið: Turid Arge, Steinar Eirikstoft, Guðrið Andorsdóttir, Magni Mohr, Pál Weihe og Birita Ludvíksdóttir.
Fundur hevur verið í Heilsumálaráðnum í dag, har landsstýrismaðurin eisini nýtti høvi at takka arbeiðsbólkinum fyri tilmælið um eina Heilsugranskingareind innan Sjúkrahúsverkið.