Svar upp á fyrispurning frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, viðvíkjandi Klakvíkar sjúkrahúsi. Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Nær fer landsstýrismaðurin at taka støðu til, hvørjar funksjónir skulu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
2. Skal uppvenjing framhaldandi vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
3. Ætlar landsstýrismaðurin, at urologi, ortopædi og medisinsk viðgerð framhaldandi skal vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
4. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at skipa føroyska heilsuverkið frameftir, og nær er landsstýrismaðurin væntandi komin til eitt úrslit.
Landsstýrismaðurin svaraði soleiðis:
Av tí, at spurningarnir eru so tætt tengdir at hvørjum øðrum, verða teir svaraðir undir einum.
Skjøtul er settur á arbeiðið við eini heilsunýskipan, har virksemið í heilsuverkinum skal endurskoðast við tí endamáli at gera neyðugar umskipanir innan verkið, soleiðis at ein meira skynsom nýtsla verður av tilfeinginum í heilsuverkinum. Ein partur av hesum arbeiði er at skerja tær “dupultfunksjónir”, sum í dag eru á sjúkahúsunum, uttan at sjálv funksjónin verður niðurløgd í Føroyum.
Ein liður í hesum arbeiði er at gera eina serlæknaplanlegging. Tað vil siga, at tað skal gerast ein ætlan fyri, hvørji serlæknaøki natúrliga eru partur av føroyska heilsuverkinum, og hvat føroyska heilsuverkið eigur at keypa av tænastum uttanlands.
Støða skal eisini takast til, hvussu serlæknaøkini, sum t.d. urologi og ortopædi verða skipað í okkara sjúkrahúsverki og í hesum sambandi, hvørjar funktiónir skulu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Talan er um eitt stórt og torført arbeiði, og tí kemur tað at ganga nakað av tíð, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvussu samlaða virksemið verður skipað í okkara sjúkrahúsverkið, herundir á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Samstundis, sum tað yvirskipaða arbeiðið er í gongd, verður eisini arbeitt meira ítøkiliga við ávísum sergreinum. Til dømis arbeiðir stýrisbólkurin fyri krabbameinsøkið við einum tilmæli til landsstýrismannin um, hvussu onkologisk (krabbameins-) urologi skal skipast frameftir í Føroyum.
Endamáli við tilmælinum er at tryggja, at føroyingar fáa eina evidensbaseraða, nýmótans viðgerð á sama støði, sum borgarar í grannalondum okkara. Eisini er tað eitt endamál, at so nógv av læknaligum arbeiði, bæði av útgreinan, viðgerð, eftirviðgerð og eftirkannan, fer fram í Føroyum sum gjørligt. Eitt tílíkt tilmæli fer eisini at fáa ávirkan á, hvussu aðrir partar av urologiini verða skipaðir í Føroyum.
Stýrisbólkurin fer framyvir eisini at arbeiða við tilmælinum um skipan av øðrum serlæknaøkjum við atliti til at veita krabbameinsviðgerð á høgum støði til okkara borgarar.
Í sambandi við arbeiðið at umskipa okkara heilsuverk, verður tað í løtuni arbeitt við eini frágreiðing, sum lýsir hugsjónina í heilsunýskipanini. Eisini kemur frágreiðingin at lýsa verandi heilsuverk í samanbering við londini rundanum okkum, og sum vísir á møguligar leiðir, vit kunnu fara. Hetta verður lýst við atlitið til eina um- og nýskipan av heilsuverkinum í samsvari við hugsjónina í Heilsunýskipanini.
Frágreiðingin verður eftir ætlan løgd til aðalorðaskiftis í september í ár, soleiðis at Løgtingið fær møguleika fyri at viðgera spurningin um, hvussu framtíðar Heilsuverk Føroya í høvuðsheitum kann og eigur at verða skipað.