Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur fingið ein fyrispurning frá Gunvá við Keldu viðvíkjandi játtan til Klaksvíkar sjúkrahús. Í skrivinum verður sagt, at tað í 2018 vórðu játtaðar 6 mió. kr. til endurvenjing (neurorehabiliterning) á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og at aðrar 15 mió. kr. vórðu játtaðar til sjúkrahúsið. Spurt verður, um allir føroyingar kunnu fáa at vita, hvar tær 21 mió. kr. eru, og hvørjar ætlanir fyriliggja.
Viðvíkjandi teimum 15 mió. kr., hevur gongdin verið hendan. Á fíggjarlógini fyri 2018 vórðu 7,5 mió. kr. játtaðar og 7,5 mió. kr. settar í ætlanarárið 2019. Sum skilst var politisk semja ikki tá um, hvussu peningurin skuldi nýtast, og vórðu tær 7,5 mió. kr., við eykajáttan í september í 2018, tiknar av játtanini aftur. Einki av upphæddini í 2018 bleiv brúkt, og upphæddin í 2019 fall burtur.
Á fíggjarlógini fyri 2018 vórðu somuleiðis 2,5 mió. kr. játtaðar og 3,5 mió. kr. settar í ætlanarárið 2019 til at dagføra læknahúsini (gula hús) til eina endurmenningarmiðstøð, har nýtt viðgerðartilboð innan endurvenjing (neurorehabilitering) skuldi fara at verða veitt.
Ein partur av játtanini er brúktur til gula hús til ráðgeving, umframt útreiðslur til handverkarar og til at fáa hita í húsini. Tá ið ein verulig kostnaðarmeting var tøk í januar mánaði í 2019 vísti hon, at verkætlanin við gula húsi, fór frá at skula kosta 6 mió. kr. kom at kosta 13 mió. kr. Ein tílík upphædd krevur heimild í verklagslóg. Á sumri í 2019 metti bygginevndin fyri Klaksvíkar sjúkrahús, sum varð sett at taka sær av hesum arbeiði, at tað var skilabetri at nýta gula húsið til annað virksemi.
Arbeitt verður framhaldandi við møguleikum at skipa góðar karmar og virksemi á Klaksvíkar sjúkrahúsi til endurvenjing. Tilboð um neurorehabilitering verður nú veitt á sjúkrahúsinum og verður arbeitt við, hvussu hetta skal skipast frameftir.
Játtanin til Klaksvíkar sjúkrahús varð hækkað við 500 tús. kr. til endurvenjing í 2016, og við 500 tús. kr. til endurvenjing í 2017, umframt at 1,2 mió. kr. vóru fluttar varandi frá Serviðgerð uttanlands til Klaksvíkar sjúkrahús vegna tilboð um neurorehabilitering.
Eg kann tíverri ikki gera nakað við, hvussu farna samgonga hevur raðfest endurvenjingina á teimum trimum sjúkrahúsunum. Eg havi tó sett mær fyri, at eg sum landsstýrismaður í heilsumálum, vil gera alt fyri, at endurvenjing fær høga raðfesting í hesum samgongutíðarskeiðnum. Eg havi tí syrgt fyri, at 2 mió. kr. í meirjáttan vórðu settar av til endurvenjing innan Sjúkrahúsverkið í 2020. Sjúkrahúsverkið arbeiðir í løtuni við at leggja eina ætlan fyri, hvussu tær 2 mió. kr. skulu nýtast í 2020, og Klaksvíkar sjúkrahús arbeiðir eisini víðari við at menna tilboðið um neurorehabilitering á sjúkrahúsinum.
Ætlanin er at seta meirjáttan av á hvørjum ári til endurvenjing í hesum samgongutíðarskeiði, og eg fari at arbeiða hart fyri, at tilboðið við neurorehabilitering á Klaksvíkar sjúkrahúsi og at endurvenjing sum heild innan sjúkrahúsið fær høga raðfesting.
Kaj Leo Holm Johannessen
landsstýrismaður