20.02.2015 · Heilsumálaráðið
Landsstýrismaðurin setur hakan í fyri nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum
Mánadagin 23. februar fer Karsten Hansen, landsstýrismaður, at seta hakan í fyri nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, sum kemur at standa frammanfyri núverandi grøna bygningin oman móti sjónum.
Í hesum sambandi verður alment hátíðarhald frá klokkan 15.
Verkætlanin fevnir millum annað um nýggjan psykiatriskan depil, nýggjar seingjadeildir og burðarstovur, og nýggj høli til rehabilitering.
Tá nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu er ætlanin, at ein stórur partur av virkseminum hjá Landssjúkrahúsinum omanfyri J.C. Svabosgøtu verður lagt niður. Á hendan hátt verður virksemið á sjúkrahúsinum savnað.
Byggingin av nýggja H-bygninginum verður ætlandi liðug í 2019. Les meira um útbyggingina her.