Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur valt nýtt Etiskt Ráð, sum tekur við 1. oktober 2022.
Nýggja ráðið verður mannað soleiðis:
- Bergur Debes Joensen, sóknarprestur (formaður)
- Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum
- Leif Olsen, sosialráðgevi
- Jógvan D. Hansen, heimsspekingur
- Marjun Asbjarnardóttir Lómaklett, sóknarprestur og integratiónsprestur
- Noomi Gregersen, verkætlanarleiðara í Fargen
- Arni Zachariassen, rúsviðgeri
- Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum
- Súsanna Mortensen, sjúkrarøktarfrøðingur
Løgtingslóg um Etiskt ráð fekk gildi tann 1. september 2017, og tann 1. januar 2018 fór Etiska ráðið formliga til verka. Etiska ráðið hevur soleiðis sitið í meira enn 4 ár, og tí skal nýtt ráð veljast.
Etiska ráðið verður valt 4. hvørt ár og verður mannað við níggju ráðslimum, sum verða sitandi til nýtt ráð tekur við. Sambært lógini setur landsstýrismaðurin í heilsumálum ráðið eftir hesum reglum:
- Landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnir formannin í ráðnum, umframt ein lim
- Landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnir ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almannamálum, ein lim eftir tilmæli frá Kommunufelagnum, ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum, ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í kirkjumálum og tríggir limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum, ið hava umboð á Løgtingi.
Sambært § 6, stk. 3 í løgtingslógini um Etiskt ráð, skulu limirnir hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki. Harumframt skal landsstýrismaðurin í heilsumálum tryggja, at ráðið verður sett saman við fólki við fjølbroyttum útbúgvingum og royndum, og at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðað. Tá ið ráðið verður sett av nýggjum, verður miðað ímóti, at í minsta lagi 3 limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat. Í hesum føri eru Ann Danielsen, Leif Olsen og Jógvan D. Hansen afturvald.
Landsstýrismaðurin vil takka teimum limum, ið hava sitið farna tíðarskeið. Nýggja ráðið fer til verka 1. oktober 2022 við støði í tí góða arbeiði, sum sitandi ráð hevur útint.