15.04.2011 · Heilsumálaráðið

Landsstýrismaðurin fegnast um kostætlanina hjá ÍSF

Sum landsstýrismaður í heilsumálum fegnist eg um, at Ítróttarsambandið hevur tikið Kostárið til sín og við serligari verkætlan fer at eggja børnum og ungum at eta meira frukt og grønmeti
--
Tað er gleðiligt, at ÍSF er so góður viðleikari í fólkaheilsupolitikkinum og nú eisini tekur Kostárið til sín við ítøkiligum stigum, ið beinleiðis flyta okkara ungdóm móti heilsubetri kostvanum.

Verkætlanin LEIKMETI er ein góður táttur í sambandi við Kostárið 2011. Júst tað, at ungdómurin fær bjóðað bikør við leskiligari skornari frukt sum millummála í sambandi við ítróttartiløk heldur enn góðgæti, er stórt framstig, ið kann venja ungdómin til heilsubetri kostvanar.

Tað er gleðiligt hjá mær sum landsstýrismanni í heilsumálum at síggja, hvussu ítøkiliga ÍSF luttekur í fólkaheilsupolitikkinum. Vit sóu tað sama í sambandi við Rørsluárini 2009 og 2010. Átakið hjá ÍSF er júst í tráð við hugsjónina í Fólkaheilsuætlanini, sum leggur upp til breitt samstarv við tí felags endamáli at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum í øllum Føroyum.

Mín vón er, at eisini aðrir felagsskapir og onnur taka Kostárið til sín við ítøkiligum tiltøkum.

John Johannessen,
landsstýrismaður í heilsumálum