Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, var á vitjan á viðgerðarstovninum Frælsi í gjár.
Martin Kúrberg, leiðari á stovninum tók ímóti og greiddi frá um teirra virksemi.
Viðgerðarstovnurin Frælsi veitir ókeypis viðgerð til ung millum 18 – 24 ár, sum hava rúsdrekka- og rúsevnistrupulleikar. Stovnurin liggur á Eiði og pláss er fyri 8 búfólkum.
Landsstýrismaðurin fekk møguleikan at síggja og kunna seg um umstøðurnar á viðgerðarstovninum.
Kaj Leo Holm Johannesen var fegin um vitjanina, og er glaður um, at stovnurin hevur so dugnalig starvsfólk, sum kunnu lofta hesum ungu við rúsdrekka- og rúsevnistrupulleikum.