Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, vóru í vikuni og vitjaðu Barnahúsið.
Oddbjørg Balle og Jendis Gærdbo vístu landsstýriskvinnunum hugnaligu hølini, eins og tær greiddu frá virkseminum í Barnahúsinum, sum skjótt hevur virkað í trý ár.
Barnahúsið er eitt barnavinarliga innrættað hús, har myndugleikar savnast í sambandi við mál um ágang móti børnum, ella tá illgruni er um hetta. Í Barnahúsinum kunnu kanningar og avhoyringar av barninum gerast, og kreppuhjálp kann veitast barninum og avvarðandi.
Barnahúsið er karmur um eitt samskipað samstarv millum barnaverndartænastuna, løgregluna og heilsuverkið í sambandi við mál um kynsligan ágang og annan harðskap móti børnum.