![Landsstýriskvinnan vitjað í Sandoynni](https://landsstyri.cdn.fo/savn/18416/vitjan-í-sandoynni1.jpeg?width=1024&height=576&rmode=crop&t=3010528&s=tIGCEv-rKbHsabYQ9mTK5piQGCE)
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur verið á vitjan hjá borgarstjórunum í Sandoyar læknadømi.
Vitjanin er liður í arbeiðinum, sum landsstýriskvinnan er farin undir, at nýhugsa heilsutilboðini í nærumhvørvinum hjá borgaranum. Á vitjanini í gjár, var landsstýriskvinnan fyrst á fundi við borgarstjórarnar. Síðan varð vitjað í læknaviðtaluni á Sandi, har landsstýriskvinnan heilsaði uppá starvsfólki í viðtaluni.
Á Sandoynni er ein læknaviðtala. Har starvast tveir kommunulæknar umframt viðtalustarvsfólk.
Mynd 1:
Gerhard Lognberg (borgarstjóri í Skopun), Margit Stórá, landsstýriskvinna, Jákup Martin Sørensen (borgarstjóri í Húsavík), Anita Joensen (varaborgarstjóri í Skálavík) og Heri Sverrason (borgarstjóri á Sandi).
Mynd 2:
Guðrun Zachariasen, kommunulækni og Margit Stórá, landsstýriskvinna.