![Landsstýriskvinnan til Grannakaffi hjá Kvinnufelagnum](https://landsstyri.cdn.fo/savn/17997/kvinnufelagið1.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&t=8537782&s=oB79YnfG9f0WFH2odsNLekGKWjs)
Leygardagin hevði Kvinnufelagið Grannakaffi í Mettustovu. Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, var boðin til Grannakaffi hjá Kvinnufelagnum at greiða frá, hvørjar ætlanir hon hevur á krabbameinsøkinum, og at umrøða tilmælini í krabbameinsætlanini, sum varð handað landsstýrismanninum í heilsumálum í fjør.
Tað var ein sera góð og hugnalig løta í Mettustovu. Eitt gott og áhugavert prát, har ymisk sjónarmið komu fram, sum eg kann taka við mær, nú farið verður undir at raðfesta tilmælini í krabbameinsætlanini.
Margit Stórá, landsstýriskvinna