Landsstýriskvinnan kunnar seg um heilsupolitikk og um burðardygga heilsu í Íslandi
![Landsstýriskvinnan kunnar seg um heilsupolitikk og um burðardygga heilsu í Íslandi](https://landsstyri.cdn.fo/savn/5culuurk/margit-í-íslandi1.jpeg?width=1024&height=576&rxy=0.4924789672039676,0.32115528936106896&rmode=crop&t=30&s=qytsWc5ZzMUDn03MRgk7ThZ8D_c)
Við støði í samgonguskjalinum er landsstýriskvinnan farin undir fyrireikingar til at orða ein nýggjan politikk fyri alt heilsuverkið við langtíðarætlanum og ítøkiligum málum og visjónum. Í hesum sambandi er landsstýriskvinnan farin til Íslandi m.a. fyri at fáa íblástur til, hvussu arbeiðið við at orða ein heilsupolitikk kann skipast.
Meðan landsstýriskvinnan hevur verið í Íslandi, hevur hon havt fund við íslendska heilsumálaráðharran, Willum Þór Þórsson. Ísland hevur ein yvirskipaðan heilsupolitikk fyri árini 2019-2030, og tá landsstýriskvinnan mánadagin hitti íslendska heilsumálaráðharran, fekk hon innlit í íslendsku royndirnar at orða ein samlaðan politikk fyri heilsuøkið, og hon fekk høvi at spyrja um politisku tilgongdina til at evna politikkin.
Í gjár luttók landsstýriskvinnan á ráðstevnu um burðardygga heilsu. Ráðstevnan hevði heitið “Data and Digitalization: Crafting the Future of Sustainable Healthcare”. Á ráðstevnuni vóru spennandi møguleikar við talgilding og dátum á heilsuøkinum viðgjørdir.
Á myndini omanfyri eru: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Willum Þór Þórsson, heilsumálaráðharri í Íslandi.