À myndini ovast frá vinstru: Hilmar Augustinussen, Margit Stórá, Poula Reinert Petersen, Gunnhild Helmsdal, Kári Purkhús, Jan Rasmussen, Sólja í Ólavsstovu, Ann E. Østerø, Armgarð Arge, Oluf Færø, Jens Andreassen og Jóhanna Petersen.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur tilnevnt nýggja Vísindasiðseminevnd
Í sambandi við, at nýggja nevndin byrjar sítt virkið, varð skipað fyri fundi í Heilsumálaráðnum í gjár, har landsstýriskvinnan heilsaði uppá nýggju nevndina, og fráfarandi nevndin kunnaði um arbeiðið í nevndini.
Endamálið hjá Vísindasiðseminevndini er at tryggja, at heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir eru skipaðar á vísindasiðsemiligum tryggum grundarlagi. Sum grundregla, skulu rættindi og tryggleiki hjá royndarpersónum takast framum vísindalig og samfelagslig áhugamál í heilsugransking.
Uppgávan hjá Vísindasiðseminevndini er at meta um og geva loyvi til at seta granskingarverkætlanir í verk í Føroyum.
Minst 7 limir skulu vera í nevndini. Tríggir limir skulu vera fakfólk við granskingarroyndum innan heilsuvísind, og fýra limir skulu vera leikfólk.
Sambært lógini um Vísindasiðseminevndina, skal nevndin veljast av nýggjum eftir hvørt løgtingsval. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn, svarandi til løgtingsvalskeiðið.
- Jóhanna Petersen, cand. med. PhD, yvirlækni
- Jan Rasmussen, cand. med. PhD, yvirlækni
- Gunnhild Helmsdal, cand. med. Kommunulækni
- Sólja í Ólavsstovu, løgfrøðingur
- Hilmar Augustinussen, KT-serfrøðingur, limur í Sjúklingaráðnum og Alzheimerfelagnum
- Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur
- Kári Purkhús, lívfrøðingur
Tey fyrstu trý á omanfyristandandi lista eru vald eftir tilmæli frá Læknafelagnum, meðan landsstýriskvinnan hevur valt tey síðstu fýra á listanum. Tey eru vald smbr. § 36 í vísindasiðsemilógini.
Meira kunning fæst um Vísindasiðseminevndina her.