Krabbameinsráðið varð tilnevnt beint fyri løgtingsvalið í fjør. Í gjár varð Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum á fundi við krabbameinsráðið, har hon fekk høvi at heilsa uppá limirnar og tey umrøddu, hvat krabbameinsráðið fer undir at arbeiða við komandi tíðina.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 er játtan raðfest til átøk innan krabbameinsøkið, soleiðis at fyrstu tilmælini kunnu setast í verk í ár.
Krabbameinsráðið er eitt ráð undir Heilsumálaráðnum. Endamálið hjá ráðnum er at ráðgeva og vegleiða politiska myndugleikanum og heilsumyndugleikanum í Føroyum. Fyrsta uppgávan verður at ráðgeva, hvussu tilmælini í Krabbameinsætlan fyri Føroyar 2022 verða sett í verk.
Harumframt fer krabbameinsráðið at umrøða og fylgja við í aktuellum og týdningarmiklum evnum innan økið. Við sínari ráðgeving og vegleiðing til landsstýriskvinnuna í heilsumálum, skal ráðið verða við til at stuðla undir eina góða og hóskandi framgongd á krabbameinsøkinum til gagns fyri sjúklingar og avvarðandi.
Krabbameinsráðið er mannað við limum, sum hava holla vitan innan krabbameinsøkið. Ráðið verður valt fyri fýra ár í senn. Tey sum manna krabbameinsráðið eru:
- Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum, formaður
- Tummas í Garði, læknafakligur varastjóri,
- Tordis Kristiansdóttir, yvirlækni í onkologi
- Eyðfinnur Olsen, yvirlækni í parenkymkirurgi
- Ingun Gaardbo, sjúkrarøktarfrøðingur, deildarleiðari á Vesturskin
- Katrin Danielsen, kommunulækni
- Magni Mohr, professari
- Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum
- Eyðvør Mortensen, deildarleiðari, Almannaverkið
- Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum
Tordis Kristiansdóttir, Eyðvør Mortensen, Katrin Danielsen, Eyðfinnur Olsen, Bjarni á Steig, Ingun Gaardbo, Margit Stórá, Jan Simonsen, Durita Tausen og Tummas í Garði. Magni Mohr vantar á myndini.