Landsstýriskvinnan fingið uppskot til endurskoðaðan veðurlagspolitikk 2020-2030
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, hevur fingið handað uppskot um endurskoðaðan veðurlagspolitikk. Nýggja uppskotið fevnir um tíðarskeiðið frá 2020 til 2030.
Verandi veðurlagspolitikkur, ið er frá 2009, gongur fram til 2020, og skuldi tí nú endurskoðast. Harumframt hava Føroyar í 2016 tikið undir við París avtaluni frá 2015, ið strembar eftir at avmarka veðurlagsbroytingar. Avtalan fær gildi í 2020.
París avtalan er grundarlagið undir uppskotinum til endurskoðaða veðurlagspolitikkin. Avtalan ásetir, at strembast skal eftir, at miðalhitin á jørðini ikki hækkar meira enn tvey hitastig, og helst ikki meira enn hálvt annað hitastig í mun til undan ídnaðarkollveltingina. Hitin á jørðini er longu hækkaður út við eitt stig síðani ídnaðarkollveltingina.
Avtalan ásetir ikki beinleiðis, hvussu nógv útlátið av veðurlagsgassi skal skerjast.
Veðurlagsnevndin hjá ST, IPCC, hevur mælt til, at útlátið av veðurlagsgassi verður skert við 45 prosentum fram til 2030 í mun til útlátið í 2010. Í 2050 skal ikki latast meira út av veðurlagsgassi enn trø, plantur og hav kunnu upptaka.
Neyðugt er, at átøk verða sett í verk at skunda undir gongdina at minka oljunýtsluna, tí skotbráið at røkka tilmælinum frá IPCC fram til 2030 er stutt.
Tað er torført frammanundan at meta um, hvussu ávirkanin av átøkunum verður. Tí verður mælt til, at fylgt verður við gongdini og neyðugar tillagingar gjørdar, so hvørt tørvurin á tillagingum verður staðfestur.
Ætlandi verður uppskotið grundarlag undir løgtingsviðgerð, tá nývalda løgtingið kemur saman.