Landsstýriskvinnan á vitjan hjá Heilsutrygd, á Klaksvíkar sjúkrahúsi og á Norðoya Apoteki
Í dag hevur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, verið á vitjan í Klaksvík.
Landsstýriskvinnan var á vitjan hjá Heilsutrygd. Leiðslan greiddi frá virkseminum hjá stovninum, sum umsitur stuðul til meginpartin av primeru heilsutænastunum í Føroyum, herundir kommunulæknaviðtalur, læknahjálp til serlækna, stuðul til hjálparráð og ískoyti til ávísar viðgerðir.
Síðan gekk leiðin niðan á Klaksvíkar sjúkrahús. Landsstýriskvinnan varð víst rund á sjúkrahúsinum. Millum annað varð vitjað í fysio- og ergoterapiini, sum í dag veitir endurvenjingartilboð til fleiri sjúklingar, sum áður vórðu sendir til endurvenjingar uttanlands. Harumframt varð vitjað á seingjardeildini og rannróknarstovuni, har landsstýriskvinnan eisini fekk høvi at heilsa uppá fleiri starvsfólk.
Síðan varð vitja á Norðoya Apoteki. Heilsað varð uppá starvsfólkini, og Nanna Knudsen, apotekari, greiddi frá virkseminum á Norðoya apoteki. Nanna, sum eisini skal vera apotekari á nýggja apotekinum í Vágum, kunnaði eisini um hvussu gongur at umvæla og innrætta apotekið í Vágum, sum eftir ætlan letur upp á várið 2025.