Í gjár var Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, á vitjan hjá viðgerðarstovninum Heilbrigdi á Velbastað.
Annika E. Holm, virkandi leiðari á Heilbrigdi tók ímóti landsstýriskvinnuni. Landsstýriskvinnan fekk eina rundvísing í hølunum hjá Heilbrigdi og eina kunning um virksemið hjá Heilbrigdi.
Síðan 1986 hevur viðgerðarstovnurin Heilbrigdi hjálpt fólki, sum eru komin út í bundinskap av rúsdrekka ella øðrum rúsevnum. Stovnurin hevur 11 viðgerðarpláss umframt familjuviðgerð.
Eg eri fegin um, at vit hava eitt alment tilboð um viðgerð fyri bundinskap av rúsdrekka og rúsevnum í Føroyum. Nógv fólk hava fingið eina nýggja byrjan í lívinum eftir viðgerð á Heilbrigdi, síðan viðgerðarstovnurin byrjaði sítt virksemi fyri skjótt 40 árum síðani.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum