![Landsstýriskvinnan á aðalfundi hjá Læknafelag Føroya](https://landsstyri.cdn.fo/savn/t4divhr1/dscf4720.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=2HGpyIH83OMYyqx72NK5ADQ2xgs)
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, var boðin at røða til aðalfundin hjá Læknafelag Føroya leygardagin í síðstu viku. Í røðuni segði landsstýriskvinnan millum annað soleiðis:
“Tit læknar eiga ein ógvuliga sentralan leiklut í menningini av okkara heilsuverkið komandi árini. Tað er mín væntan og vón, at tit í framtíðini, nú eins og áður, átaka tykkum leiklutin sum viðleikarar og geva tykkara fakliga íkast til tað, sum vit øll stremba eftir: At vit framhaldandi tryggja, at okkara heilsuverk mennist til gagns fyri allar borgarar í Føroyum.”
Øll røðan kann lesast her.