Landsstýrið hevur á fundi gjørt av at lata eina millión krónur at hjálpa støðuni við flóttafólkum við Miðjararhavið.
- Støðan við Miðjararhavið er álvarsom og ein stór avbjóðing. Við hesum fíggjarliga stuðli vísa vit, at Føroyar eru til reiðar at taka ábyrgd í altjóða samfelagnum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í neyðhjálparmálum.
í vikuskiftinum var størsta flóttafólkavanlukka nakrantíð í Miðjarðarhavinum, tá kanska 900 flóttafólk gingu burtur sunnanfyri italsku oynna Lampedusa. Báturin við flóttafólkunum var á veg úr Libya, tá hann hvølvdist. ST metir at umleið 219.000 fólk fóru um Miðjararhavið til Suðurevropa í 2014 og talið verður helst hægri í ár.
Farleiðin tvørturum Miðjarðarhavið, verður av Sameindu Tjóðum mett at vera vandamiklasta farleið í verðini. Túsundtals flóttafólk eru deyð á hesi farleið seinnu árini í royndini at røkka evropeiska meginlandi.
- Sorgarleikurin í vikuskiftinum er úrslit av einum av fleiri samansettum trupulleikum og vit fara at brúka næstu dagarnar til at viðgera hvussu hesin fíggjarligi stuðul ger sum mest gagn, leggur landsstýrismaðurin aftrat.
Í dag eru fleiri enn 50 mió. flóttafólk kring heimin. Ikki síðani annan veraldarbardaga eru so nógv fólk eru verið noydd at flýggja frá frá húsi og heimi.