Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørt av at lata 300.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í krígsherjaða Sýria. Hjálpin verður latin í samstarvi við heimsmatvørufelagsskapin undir ST World Food Programme.
Í Sýria hevur borgarakríggj herjað síðani várið 2011, og sambært Sameindu Tjóðum hava fleiri enn 100.000 fólk mist lívið í stríðnum.
Í nýggjari frágreiðing frá ST, sum varð almannakunngjørd herfyri, verður staðfest, at sýriska stjórnin við Bashar al-Assad forseta á odda hevur framt hópdráp á sivilfólkið, bumbað sjúkrahús og útint ræðulig krígsbrotsverk í royndina at vinna aftur landøki frá uppreistrardeildum.
Samstundis hava uppreistrardeildir eisini framt brotsgerðir sum avrættingar, gíslatøkur og brúkt sivil sum skjøldur ímóti bumbunum frá einaræðisstýrinum.
Heimsmatvørufelagsskapurin World Food Programme (WFP) vísur á, at stríðið í Sýria hevur havt við sær, at milliónir av menniskjum eru flýdd úr sínum heimum. Felagsskapurin metir, at umleið helmingurin av teimum neyðstøddu eru børn. WFP arbeiðir fyri at fáa átrokandi neyðsynjarvørur – serliga matvørur – til mongu heimleysu flóttafólkini.
Í ár er málið hjá WFP at fáa matvørur út til 6,5 mió. menniskju, sum eru rakt av borgarakrígnum í Sýria.
Um neyðhjálp
Landsstýrismaðurin í heilsumálum umsitur játtanina til neyðhjálp. Í 2013 eru 500.000 krónur settar av til neyðhjálpararbeiði kring heimin. Endamálið við játtanini er at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur raka úti í heimi.