12.11.2013 · Heilsumálaráðið
Landsstýrið játtað 200.000 krónur til neyðhjálpararbeiði vegna ódn á Filipsoyggjum
Karsten Hansen, landsstýrismaður hevur gjørt av at lata 200.000 krónur til neyðhjálp á Filipsoyggjunum, eftir at ógvuslig ódn hevur herjað í landinum.
Fríggjadagin og leygardagin herjaði ódnin Haiyan Filipsoyggjarnar við ógvusligari megi, og er talan um eina av harðastu ódnum, ið rakt hava Filipsoyggjarnar. Mett verður, at fleiri enn 10.000 fólk eru deyð, at fleiri 100.000 húsast á rýmingarmiðstøðum ella bráðfeingis hjá familjum og kenningum, og at minst 4,5 mió. fólk eru rakt av ódnini.
Neyðhjálpin, sum almennu Føroyar nú veitir, verður latin umvegis Reyða Kross Føroya til neyðsynjarhjálp. Endamálið við stuðulsupphæddini skal vera at veita bráðfeingis hjálp til tey mongu, ið eru komin í neyð av ódnini.
Heilsumálaráðið, tann 12. november 2013