Landsstýrið játtað 200.000 krónur til neyðhjálpararbeiði á Filipsoyggjunum
Karsten Hansen, landsstýrismaður hevur gjørt av at lata 200.000 krónur til bráðfeingishjálp á Filipsoyggjunum, eftir at ógvuslig melduródn hevur herjað har um leiðir.
Millum 4. og 7. desember herjaði melduródnin Bopha Filipsoyggjarnar við ógvusligari megi. Talan er um harðastu ódn á Filipsoyggjunum í 80 ár. Fleiri 1000 fólk eru deyð og onnur og 850 eru burturblivin. Um 167.000 heim eru annaðhvørt fullkomiliga oyðiløgd ella illa skadd, og 985.000 fólk húsast nú á rýmingarmiðstøðum ella hjá familjum og kenningum. 6,2 mió. fólk eru so ella so rakt av ódnini.
Filipinska stjórnin hevur biðið umheimin um hjálp, fyri at fáa til vega mat, reint vatn og tjøld til tey mongu , sum hava mist hús og heim í ódnarveðrinum. Neyðhjálpin, sum almennu Føroyar nú veitir, verður latin umvegis heimsmatvørufelagsskapin undir Sameindu tjóðum, World Food Programme (WFP) til mat og aðra neyðsynjarhjálp.
Um neyðhjálp
Landsstýrismaðurin í heilsumálum umsitur játtanina til neyðhjálp. Í 2012 eru 500.000 krónur settar av til neyðhjálpararbeiði kring heimin. Endamálið við játtanini er at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur brádliga raka úti í heimi.
Fyrr í ár lat landsstýrismaðurin Reyða Krossi Føroyar tilsamans 200.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í Sýria og aðrar 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í Sahel økinum í Vesturafrika.