Landsstýrið fer at boða frá, at Føroyar verða fevndar av París-sáttmálanum
Poul Michelsen, landsstýrismaður fer í næstum at boða donsku myndugleikunum frá, at Føroyar taka undir við COP21 avtaluni.
Samgongan hevur sett sær fyri at fylgja altjóða tilmælum á veðurlagsøkinum. Landsstýrið fer tí at boða donskum myndugleikum, at tað ikki skal takast territorialt fyrivarni fyri Føroyar, tá danir í næstum fara at staðfesta COP21 avtaluna, sum eisini verður nevndur París-sáttmálin.
- Heimssamfelagið má taka neyðug stig fyri at byrgja upp fyri veðurlagsbroytingunum. Okkara lutur her í Føroyum má tó ikki liggja eftir. Náttúran er grundarlagið undir føroyska samfelagnum. Tí er tað okkara skylda at vera millum tey lond, sum ganga undan á umhvørvisøkinum, heldur enn at kasta alla ábyrgd frá okkum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Yvirskipaða málið í COP21-avtaluni er at halda miðal hitavøksturin á jørðini niðri, og at vøksturin av alheims útlátum av vakstrarhúsgassi skal steðga skjótast til ber og hareftir falla skjótt.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálaráðnum, sum umsitur veðurlagsøkið, sigur í viðmerking:
- Hóast eitt einmælt løgting í 2009 tók undir við Veðurlagspolitikk Føroya og málinum um at skerja útlátið av veðurlagsgassum við minst 20 prosentum í 2020, so gongur so sum so, at røkka hesum máli. Her skal sterkari lútur til og miðvís politisk átøk. París-sáttmálin er eitt stig á vegnum.
Samgongan hevur sett sær fyri, at helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu hitast við grønari orku innan 10 ár, og at í 2030 skal øll elorka á landi stava frá varandi orkukeldum.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum fer at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn endalig fráboðan verður send.
Undir samráðingunum í sambandi við COP15 í Keypmannahavn, komu danskir og føroyskir myndugleikar ásamt um ein leist í samband við fráboðan til ST, har Danmark ger vart við, at Føroyar ikki eru umfatað av skyldum Danmarkar í ES-høpi, men bert standa til svars fyri egnu fráboðan um egin mál. Ætlanin er at nýta sama leist í fráboðanini í samband við COP21.