Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum tók mánadagin í nýtslu nýggjan mammograf. Fyri sjúklingin merkir hetta, at til ber at veita eina skjótari og greiðari diagnostisering. Hetta er samstundis seinasti partur í útskiftingini til talgild røntgentól, og tað merkir at vanligu røntgenfilmarnir, myrkarúmið og røntgenarkivið fara í søguna.
Mammografur verður nýttur til kanningar fyri bróstkrabba. Tann nú útskifti mammografurin var knapt 20 ára gamal og tað hevur verið eitt ynski frá Landssjúkrahúsinum at skifta gamla mammografin út. Við nýggja talgilda tólinum flytur Røntgendeildin seg eitt stórt stig framá tøkniliga og fyri starvsfólkið á Røntgendeildini fer hetta at broyta munandi um arbeiðsgongdina.
Í Krabbameinsætlanini frá 2009 varð staðfest, at tað er sera umráðandi at gera íløgu í ein nýggjan talgildan mammograf við nógv betri myndagóðsku og lægri stráluskamtum og við nýggja tólinum verður í ár komið á mál við tilmælunum um diagnostiska útgerð sambært ætlanini.
Nýggi mammografurin varð tikin í nýtslu mánadagin.