Landslæknin heitir nú á øll, ið hava havt samband við útlendsku manningarnar á teimum trimum skipunum, sum seinastu tíðina hava ligið við bryggju í Ánunum í Klaksvík, um at vísa serligt varsemi. Eisini mælir hann øllum til at lata seg kanna fyri koronu alt fyri eitt, um tey fáa sjúkueyðkenni.
Tað ger landslæknin, nú illgruni er um, at fleiri av manningini umborð á teimum útlendsku skipunum hava reikað runt í Klaksvík og eitt nú hava verið til handils.
Leygardagin varð staðfest, at 23 av teimum, sum vóru kannaðir fyri koronu umborð á russiska skipinum Karelia, høvdu koronasmittuna.
Síðani er Karelia farin til fiskiskap aftur.