- Arbeiðið við at samantvinna teir ymsu partarnar í heilsuverkinum, samsvarandi
Heilsunýskipanini, er sera víðfevnt og krevur gjølla fyrireiking. Av somu orsøk er hetta eitt
arbeiði, sum fer at verða sett í verk í stigum. Strembað verður eftir, at landið verður býtt í
heilsuøkir í 2014. Í ár verður somuleiðis farið undir at skipa teir fyrstu heilsudeplarnar, og
ætlanin er, at heilsudeplar verða í øllum heilsuøkjum í 2015.
Soleiðis sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, m.a. í svari til fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um ætlanina við heilsudeplum. Um tilgongdina at skipa heilsudeplar sigur landsstýrismaðurin soleiðis:
Politiskt er støða ikki tikin til, hvussu nógv heilsuøkir skulu skipast í Føroyum. Hvussu
heilsuøkini verða skipað, og hvar heilsudeplarnir fara at liggja eru mál, sum Heilsumálaráðið
viðgera saman við kommununum. Hetta kemst av, at sambært galdandi skipan eru tað
kommunurnar, sum skulu útvega viðtaluhølir.
Svarið uppá fyrispurningi frá Høgna Hoydal. løgtingsmanni, sæst her