Nú kunnu fólk í Suðuroy, Sandoy, Skúvoy og Dímun eisini ringja til Læknavaktina á telefonnummar 1870. Læknavaktin er fyri at hjálpa við sjúku, sum ikki kann bíða, tá kommunulæknin ikki er at hitta.
Á vári 2007 varð skipanin við Læknavakt tikin í nýtslu. Læknavaktin, sum kom í staðin fyri gomlu skipanina við vaktum hjá kommunulæknum, hevur virkað væl og er í støðugari menning.
Í dag, tann 1. februar, verður skipanin tikin í nýtslu fyri Suðuroy, Sandoy, Skúvoy og Dímun og fevnir Læknavaktin sostatt nú um allar Føroyar.
Læknavaktin svarar á 1870 gerandisdagar millum 16:00-08:00. Harumframt svarar 1870 alt samdøgrið halgidagar og um vikuskiftið. Nærri kunning um Læknavaktina verður borin í hvørt hús í Suðuroy, Sandoy, Skúvoy og á Stóru Dímun komandi dagarnar.
Læknavaktin er ment í samstarvi millum Kommunulæknafelagið, sjúkrahúsini og Heilsumálaráðið.