Trýstið á bæði læknavaktina 1870 og á corona linjuna hevur verið sera stórt seinastu dagarnir, sum hevur havt við sær, at tað hevur verið trupult hjá fólki við bráðfeingis sjúkum at fáa samband við lækna.
Fólk hava vent sær til læknavaktina 1870 og corona linjuna við spurningum um corona smittuna, og um hvussu tey skulu bera seg at í hesum sambandi.
Avtala er tí gjørd við Heilsutrygd og Kommunulæknafelagið um, at læknavaktin 1870 verður mannað upp, soleiðis at ringjast kann til 1870 alt samdøgrið allar dagar í vikuni.
Læknavaktin er ætlað til fólk, sum eru sjúk ella halda seg hava sjúkutekin. Um fólk hava aðrar spurningar um corona smittuna, eru tey vælkomin at senda ein teldupost til corona@hmr.fo. Eisini er møguligt at fáa svar uppá ofta settar spurningar á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum www.hmr.fo