Í gjárkvøldið bar danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, tey tíðindi, at danir hava keypt meira enn eina mió. skamtar av koppingarevninum Pfizer-BioNTech aftrat. Fyrstu sendingarnar koma helst til Danmarkar úr Rumenia longu í hesi vikuni.
Landsapotekarin fer á fund í danska koppsetingarbólkinum í morgin. Har verður málið um, hvussu koppingarevnið úr Rumenia skal býtast millum donsku regiónirnar og Føroyar, umrøtt.
Í løtuni ber tí ikki til at siga neyvt, hvussu stóran part av hesum koppingarevnunum koma til Føroyar, og nær hetta verður. Til nú hava Føroyar fingið skamtar svarandi til lutfallið í fólkatalinum ella 0,9 prosent av teimum nøgdum, sum koma til Danmarkar.
Koppsetingarbólkurin kemur við nærri kunning um hetta mál seinni í vikuni.