Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent til hoyringar uppskot til kunngerð um luftdálking frá skipum. Freistin at gera viðmerkingar er 1. september 2017.
Kunngerðin er ætlað serlilga at avmarka svávuldioxid í royki frá skipum. Hetta verður gjørt við at seta krøv til innihladið av svávuli í brennioljuni, sum skip brúka. Harafturat eru reglur í kunngerðini um brenning av burturkasti umborð á skipum.
Henda kunngerðin setur, saman við kunngerðum, sum longu eru í gildi, Annex VI til Marpol sáttmálan, um at fyribyrgja dálding frá skipum, í gildi fyri Føroyar. Annex VI snýr seg um luftdálking frá skipum.
Uppskotið til kunngerðina kann lesast her
fylgiskriv til kunngerðina kann lesast her