Endamálið við kunngerðini sum Heilsumálaráðið hevur sent til hoyringar er at at bøta um rættartrygdina hjá sjúklingum, ið velja á fáa sær kosmetiska viðgerð í Føroyum. Sambært uppskotinum til kunngerð kunnu privatir kosmetologar og onnur, ið veita viðgerðir fevndar av kunngerðini, ikki longur veita hesa viðgerð, uttan at ein lækni við góðkenning frá Sundhedsstyrelsen, hevur ábyrgd av viðgerðini.
Ásetingar eru um kunnað samtykki, áðrenn viðgerð verður sett í gongd, um innihaldið av kunning, ið sjúklingurin fær, áðrenn viðgerðin byrjar, ásetingar um, at sjúklingurin skal hava umhugsunartíð, áðrenn viðgerðin byrjar, og ásetingar um journalføring.
Sambært kunngerðini kunnu læknar søkja um góðkenning frá Sundhedsstyrelsen um at veita kosmetiska viðgerð. Læknar kunnu í virksemi sínum hava hjálparfólk afturat sær, sum kann verða t.d. sjúkrarøktarfrøðingur ella kosmetologur.
Kosmetisk viðgerð sambært kunngerðini er viðgerð, sum hevur til endamáls at broyta ella betra um útsjóndina. Talan er um alt frá kosmetiskum skurðviðgerðum, til viðgerð við «fillers» og lasara og scleroserandi innspræningum v.m.
Hoyringsfreistin er 8. januar 2015
Kunngerðin sæst her. Hoyringssvar skulu sendast til hmr@hmr.fo
Hava tit spurningar til kunngerðina, ber til at ringja til Biritu Ludvíksdóttir, leiðandi løgfrøðing á tlf. 734066