26.05.2017 · Heilsumálaráðið

Kunngerð um fyribyrging og týning av rottu til hoyringar

Kunngerð um fyribyrging og týning av rottu til hoyringar

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent til hoyringar uppskot til kunngerð um at fyribyrgja og at týna rottu. Freist at gera viðmerkingar er 23. juni 2017.

Endamálini við nýggju kunngerðini eru fleiri:

  • skipa betur fyribyrging og yvirvøku av rottufríu oyggjunum,
  • nágreina praktisku og umsitingarligu uppgávurnar hjá kommunustýrinum í sambandi við rottutýning,
  • lýsa ábyrgd hins einstaka í sambandi við fyribyrging og týning av rottu,
  • tryggja betur innlit í rottustøðuna við fráboðanarskyldu til kommununa og skrásetingarskyldu hjá kommununi av móttiknum rottufráboðanum,
  • landsmyndugleikin fær heimild at tilrættisleggja eina samskipaða rottutýning tvørtur um kommunu- og býarmørk í bygdum sum óbygdum øki,
  • landsmyndugleikin innflytir og umsitur rottueitur og ger av, hvør strategi nýtast skal í rottutýningini.

Uppskotið til kunngerðin kann lesast her

Fylgiskriv til kunngerðina kann lesast her