Heilsumálaráðið hevur sent nýtt uppskot til kunngerð um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands, til hoyringar.
Í kunngerðini er m.a. ásett, at “fyrisitingin innan sjúkrahúsverkið” tekur avgerð í málum um fylgjara. Á Landssjúkrahúsinum er tað Uttanlandstænastan, sum tekur avgerð í málum um fylgjara, meðan tað á Suðuroyar- og Klaksvíkar sjúkrahúsi er fyristøðukvinnan, ið tekur hesa avgerð.
Sí uppskotið til kunngerð og vegleiðing her