21.04.2016 · Heilsumálaráðið

Kunngerð um áseting av søluprísi á heilivági send til hoyringar

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent uppskot um at broyta § 2, stk. 1, nr. 4 í kunngerð um áseting av søluprísi á heilivág til ummælis.

Uppskotið sæst her

Broytingin hevur við sær eina príshækking á heilivági (farmaseutiskir sertilbúningar). Príshækkingin hevur ávirkan á allar kundabólkar hjá Apoteksverkinum.

Galdandi áseting:

§ 2. 1) 2) 3) 4) Frumsøluprísurin fæst við at leggja afturat fakturaprísinum (FTP) fyri hvørja pakking:

1)   FTP<29,99: 40% av FTP + 3,00 kr.

2)   30,00<FTP<119,99: 30% av FTP + 6,00 kr.

3)   120,00<FTP: 15% av FTP + 30,00 kr.

4)   Til samløguna av 1, 2 ella 3 verða løgd 13%.

Broytingin hevur við sær at vinningsprosentið í § 2, nummar 4, hækkar frá 13 % til 15 %. Frumsøluprísurin er: Fakturaprísur + pakkningsgjald á 3, 6 ella 30 kr. + vinningsprosentið.

Trý dømi um avleiðingar av broytingini er niðanfyri. Dømini vísa hvørja príshækkingina fyri kundan við fakturaprísi á 25, 75 og 1.500 krónur.

Fakturaprísur

25

75

1.500

Pakkningsgjald

3

6

30

Samløga

28

81

1.530

1. Vinnings-% 13 %

            3,6

         10,5

       198,9

2. Vinnings-% 15 %

            4,2

         12,2

       229,5

1. Frumprísur

31,6

91,5

1.728,9

2. Frumprísur

32,2

93,2

1.759,5

Prísmunur

            0,6

            1,6

          30,6

Freistin at gera viðmerkingar sett til fríggjadagin 29. apríl 2016 kl. 12.00.

Tey, ið hava viðmerkingar til uppskotið eru vælkomin at senda tær til teldupostadressuna himr@himr.fo